Út um heimin

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í august 2001.

Út um heimin kveiktist gleðin,
jólaundrið byrjað var,
undir klárum stjørnuhválvið,
Hann boð til okkum bar.

Eitt fagnarkór á himli hátt,
ein klár bjørt symfoni,
sum fylti hesa vøkru nátt,
og gav oss sannan frið.

Fangar eygað stjørnuhavið,
so mong ljósár burt her frá,
nú á fjøllum liggur kavi,
jólaljós í gluggum sá.

Eitt fagnarkór á himli hátt,
ein klár bjørt symfoni,
sum fylti hesa vøkru nátt,
og gav oss sannan frið.

Vetrarbreytin stórbær lýsir,
út á markleys stjørnustøð,
og so langt sum eygað skoðar,
eru føgur stjørnurøð.

Eitt fagnarkór á himli hátt,
ein klár bjørt symfoni,
sum fylti hesa vøkru nátt,
og gav oss sannan frið.

Út um heimin kveiktist gleðin,
jólaundrið byrjað var,
:: undir klárum stjørnuhválvið,
Hann boð til okkum bar ::.

FavoriteLoadingGoym tekstin