Út úr hallum Himmalsins

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: What grace is this

1. Út úr hallum Himmalsins
– gyltum gøtum við –
Kristus kom
hátt av dýrdartrom,
mær at veita lív og frið!

Niðurlag: Guds náðihav! Áh, aldri fati eg,
at Kongur konga so djúpt boygdi seg,
hann, sum í mátti og við guddómsvøld
út tandi himmal, jørð og stjørnufjøld!
Áh, djúpa stig! So lágt hann setti seg,
at spott og angist hann bar fyri meg!
Hann krossins gøtu steig
og skemdardeyða leið!
Guds náðihav!
Guds náðihav!

2. Makaleysa náði Guds
sýnd í Kristi er,
djypri lind
enn øll heimsins synd
nú í streymum flýtur her!

3. Miklari enn rúmd og høv,
uttan mark og mál
náðin er
falnu syndaverð!
– Yvirfloymir hvørja sál!

4. Vard av náði Guds hvørt stig
lívsins gøtu á!
Brátt ein dag
– allar ævir glað –
vit av náði Jesus sjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin