Út úr Himli hitt nýggja Jerúsalem brátt

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. Út úr Himli hitt nýggja Jerúsalem brátt
eins og brúður trína skal.
Einki hav er meir og eingin nátt,
allar ævir tá alt verður væl.
Gylta borg,
uttan sorg,
uttan neyð
og deyð.
Jørðin nýggj,
gloymt hvørt skríggj,
grøtt hvørt sár,
turt hvørt tár.
So sára leingist mær nú heim
at njóta tína dýrd við teim,
sum skild frá mær,
men mitt í tær,
Jerúsalem, nú njóta himmalskan gleim.

2. Eins og fremmandafólk og sum ókunnumenn,
uttan heimstað foldum á,
vit sum pílagrímar ferðast enn,
til vit nýggja Jerúsalem sjá.
Lívsins stað,
lívsins træ,
lívsins á
vit ná.
Gøtan gull,
gleðin full,
alt er nýtt,
heimstað mítt.
Tín dýrd meg dregur nær til tín,
tín dýrd er JESUS, sum til sín,
skjótt hiðani
skal kalla meg,
Jerúsalem, tú kennir heimlongsil mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin