Út úr teim skuggum, sum her niðri tyngja

Orð og lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Út úr teim skuggum, sum her niðri tyngja,
inn í hin æviga, sólljósa stað
Jesus í kærleika eymt okkum kallar
heim, har Guds børn verða savnað ein dag.

Niðurlag: Friðfult og stilt okkum einglarnir bera
inn í tær skínandi hallirnar har,
har allar ævir frá stríði vit hvíla,
goymd, áh, vár Frelsari, heima hjá tær!

2. Út úr teim troyttandi, tyngjandi skuggum,
deyðans og sorganna køvandi nátt,
inn í ta ævigu, óbrotnu hvílu,
inn, har ei synd er, men eina alt gott.

3. Út, út úr skuggunum, inn, inn í ljósið,
friðin og gleðina, Harranum hjá!
Fyri hans ásjón vit frelst skulu standa,
æviga løn av hans hondum har fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin