Úti á fjarskotnum lívsveg í dag

Orð: Ira B. Wilson
Lag: George S. Schuler, Jákup Zachariassen
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Úti á fjarskotnum lívsveg í dag
mong ganga sorgtung og nívd.
Ber teimum sólskin, og ger tú tey glað,
veit hinum líðandi lívd.

Niðurlag:
Ger meg til signing,
ger meg til signing,
skína lat Jesus gjøgnum meg.
Ger meg til signing,
áh, Gud, unn mær tað.
Signing meg ger fyri onkran í dag.

2. Gev, eins og givið varð tær einaferð,
elska, sum Gud elskar teg.
Hjálp hjálparleysum og trúfastur ver,
vís hinum burtvilstu veg.

3. Tala um Jesusar kærleik og sig:
Alt fyrigeva hann kann.
Vitnar í orði og lívi tú við,
mong vilja líta á hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin