Úti í oyðimørk leitar

Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Úti í oyðimørk leitar, leitar
eftir tær, syndari, Frelsari tín,
eymliga kallar, kallar, kallar:
Kom, tú fortapti, áh, kom nú til mín!

Niðurlag: Jesus teg kallar, Jesus teg kallar!
Hjarta, hví ivast, hví drálar tú har?
Sig við hann kvikur, sig við hann glaður:
Harri, eg komi, tak móti mær!

2. Enn, enn hann bíðar, bíðar, bíðar,
áh, hvussu milt ið eyga hans er!
Aftur hann kallar, mildur, mildur:
Kom til mín, sál, sum mót deyðanum fer!

3. Stilt hann teg bønar, bønar, bønar,
vanvirda náðin enn er at fá;
enn kanst tú verða frelstur, frelstur,
skjótt setur sólin – og nátt verður tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin