Úti og heima

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Veturin kom við kulda og kava)
Viðmerking: Yrktur til føstugangsveitslu í Keypmannahavn í 1902.

1. Løgd eru tún á gøtum sløttum
av hellusvað og kampaknøttum;
stórar borgir standa,
settar við tigli og tinnugróti,
himni rísa hátt ímóti,
gluggar í gullljóma branda.

2. Dregur á ský og dimmir á nátt,
vitar veittra á stongum hátt,
bjart leikar ljós um strætir,
snarlýsismátturin veitir magnið,
drívur rensl á lunnavagni –
skreiða teir dagar og nætur.

3. Mikil á breytum er mannagongd,
múgvan tyrpist títt í trongd,
kallar og konur vappa:
teir sum kjógvar við kliptum veli,
tær so mjúkar sum fitjur á seli,
lysta at kína og klappa.

4. – Stormur dunar í homrum hátt,
himmalódn ger dag til nátt –
kolaniðan svarta!
Bygdasmogur um flagtøkt hús,
har er myrkur og einki ljús,
fátt er fólk at darta.

5. Lógvin stendur í einum bláma,
glaðar á land við sjósøltum ráma,
runar í møl og á sandi.
Skelvur jørð og titra fjøll,
stendur við húsbrot bygdin øll –
tó hvør eigur frægari landið?

6. Flaktist enn bergið – eg vildi ei býtt
við hesi stræti heimlandið mítt,
tí tað meg aldi til manna;
beyð tað mær enn striltnan kost,
tað legði tó í meg ta brennandi ást
at sær, umframt hvørt eitt annað.

FavoriteLoadingGoym tekstin