Útlendski staðurin mikli

Jóannes PaturssonAndreas Peter Berggreen
Orð: Jóannes Patursson
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Andreas Peter Berggreen
Viðmerking: Yrktur í Keypmannahavn

1. Sum tú hvørja skemtan fjól
fyri mær, sum einki skjól
nakrantíð eg finna fekk,
tó eg mitt í mannfjøld gekk!

2. Tó eg sat við eld um kvøld,
var mín lon so ísakøld,
um eg høgind’ hvíldi á,
sum á gaddajørð eg lá.

3. Um eg skrýddur var í skart,
gjarna gat eg skrúðir spart,
fjálgan eingin er í teim;
slepp mær, slepp mær, slepp mær heim!

4. Heim til húsa vil eg ná,
hvíla har í míni vrá,
finna ugga fyri meg,
møddur út av longum veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin