Útróðramaðurin

Orð: Jákup Dahl
Lag 1: Jógvan Waagstein
Lag 2: Vísulag (Grindavísan)

1. Havið sang yvir mær vøgguljóð,
brimið meg ruraði í blund,
síðan eg elski at ferðast á sjó
til mína síðstu stund.

Síðar aldur,
stríður streymur
um Føroyaland.

2. Sum óviti, meðan eg enn bar skjúrt,
eg stetlaði niðri við strendur,
eg floytti skeljum, fiskaði murt
og vóð út upp undir hendur.

3. Havið átti mín longsil og dreym,
skjótt bar eg ár á borði;
síðan eg lærdi at kenna streym,
at stýra og halda snøri.

4. So kom eg til útróðrar fyrstu ferð
ein morgun, natúrin øll svav;
tá lá fyri mær ein alføgur verð,
eitt dragandi, endaleyst hav.

5. Ljós hekk tokan um fjallatrom,
ein brimrond við klettin stóð,
og logandi sólin úr havi kom
og breiddi sítt gull yvir sjó.

6. Og havið seg strekti so langt, so vítt,
ei mark fyri sjón víða hvar,
og bárurnar skvatla so heilsandi blítt;
tá rørdist mítt hjarta í mær.

7. Her kendi eg fyrst meg heima rætt,
ein ylur í barmi mær brann;
her forfedrar allir í míni ætt
hvør sama lívsverk sær fann.

8. Men havið teskaði so undarligt ljóð,
sum grátur tað kendist av sonnum;
og hvør ein alda, mót landinum dró,
sum suff var frá sjólátnum monnum.

9. Men ei hann óttast brattar bárur,
ið lív sítt skal eiga á sjó,
og ei hann gerst í kinnum bleikur,
um harðmælt er bylgjuljóð.

10. So havi eg farið so manga ferð
í stormi og summarlogn.
Báturin er mítt heim og mín verð
og heila havið mín ogn.

11. Tí her eri eg maður og kongur hartil,
so fríur sum báran blá,
eg rógvi mær á tað mið, eg vil,
her spyrji eg ongan um ráð.

12. Mangan havi eg stormveðursdag
slitið og strembað alnógv;
mangan gjørdist mær lundin glað
for blíðan og góðan sjógv.

13. Mangan havi eg brattan farið;
so kaldan dúr eg títt fekk.
Eygað vatnaðist av tungum tári,
tá sonur mín burtur gekk.

14. Eg segl mítt seti í mastur hátt,
og róður mítt taki í hond.
Kanska á einari skaðanátt
eg nái ei heimastrond.

15. Men tó má eg altíð á sjógvin út,
á landi tað er mær ov trongt;
sjórokið skolar burt sorg og sút,
for huganum her er ei stongt.

16. Kann henda, eg í tí vátu grøv
skal sova mín síðsta blund;
tó eg elski at ferðast um høv
til mína síðstu stund.

Síðar aldur,
stríður streymur
um Føroyaland.

FavoriteLoadingGoym tekstin