Uttan frið, uttan gleði, særdur, nívdur fyrr eg gekk

Orð: Kåre Mørkestøl
Lag: Green, green gras of home
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Uttan frið, uttan gleði, særdur, nívdur fyrr eg gekk
uttan Guð og uttan vón í hesum heimi,
og mítt hjarta ei friðin kendi fyrr enn eg til Guð mær vendi,
tá, fyrst tá eg frið við Harran fann.

Niðurlag: Tað er náði, ja, náði, at í mín stað Kristus doyði,
fyri meg Seg gav ein dag á Golgata.

2. Innast inni eg tó kendi hvønn ein dag og hvørja stund
longsul eftir kraft at ganga trúarvegin.
Mína bøn Jesus hoyrdi, Hann í Andanum meg doypti,
og nú veit eg, leið mín móti Himni ber.

3. Sína Brúður Jesus heintar skjótt frá jørð og heim til sín,
tá av náði eisini eg verði við!
Hann í skýggjunum skal koma, málið nátt er, skeiðið runnið,
vak og bið tí Dagurin nú er so nær.

Niðurlag: Skalt tú tá standa eftir fáa vreiði Guðs at smakka?
Nei, kom við og hjartað Jesusi nú gev!

FavoriteLoadingGoym tekstin