Uttan Kristus, uttan frelsu

Victor Danielsen
Orð: Frank M. Davis og Robert F. Beveridge
Lag: Frank M. Davis
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Out of Christ

1. Uttan Kristus, uttan frelsu –
áh, ert tú, ert tú her,
sum eitt skip við ongum róðri
á teim villu bárum er?

Niðurlag: Áh, at vera uttan Jesus,
uttan vón á deyðans veg!
Hvussu kunnu tey tó, Harri,
tora doyggja uttan teg!

2. Uttan Kristus, uttan frelsu,
eina á myrku leið,
uttan ljós og vón, tá sálin
í hin kalda streymin steig?

3. Uttan Kristus, uttan frelsu? –
Myrk verður ferðin tá;
loftið dimmist, stormur súsar,
eingin, eingin hjálp at sjá!

4. Uttan Kristus, uttan frelsu? –
Gev honum hjartað nú,
áðrenn stongd er náðihurðin,
og hann sigur: Burtur, tú!

FavoriteLoadingGoym tekstin