Uttanfyri staðin forna við ein fenaðkeldubrunn

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Oh, get ready now evening shadows fall, don’t you hear the Elieser-call? / Gör dig redo nu, natten sänker sig, hör hur Elieser kallar dig!

1. Uttanfyri staðin forna við ein fenaðkeldubrunn,
Eliesar við kamelum hvílir seg;
eina brúður Ísak’ finnur áðrenn myrkrið fellur á,
møðisama ferðin endað, málið nátt!

Niðurlag: Ger teg kláran nú, náttin fellur á,
hoyr nú Eliesar kallar teg!
Nú til brúdleyps bjóðað verður og nú ljóða gleðiboð,
tá ið Ísak og Rebekka verða vígd.

2. Ísak’s brúður von, Rebekka, við juvelum verður prýdd,
Eliesar hana førir heiman frá.
Hennar’ hjarta slær av eydnu, tá ið brúðgóm sín hon sær;
á, hvør brúdleypsveitslurómur verður tá!

3. Nú er Andin frá Guð Faðir sendur út um jarðarring,
eina brúður fyri Sonin leiða fram.
Og skjótt síggja vit vár Ísak og tá ævigt gleðast vit,
á, hvør brúdleypsfest í Himli verður tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin