Væl fagnað her verið í góðsemislag

Orð: Karsten Hoydal
Lag: Hin tíðin, ið rann

1. Væl fagnað her verið í góðsemislag,
tit brøðrafólk, land okkar’ finna,
um drúgvur var róður – viðhvørt stóð í stað -,
var standandi vón: fram í alljósan dag
skuldi samlyndissáðið seg vinna.

2. Tað sáðið, hvørs lív var so leingi á ferð,
– mangt kólnað í norrønum londum –
fekk kanska tær frægastu vánirnar her,
hvar hugur til samvinnu lívstreytin er,
verður lívgað av fjálgandi hondum.

3. Við ábyrgd hvør tjóðin á sínari jørð
í mannsømd má trúliga tryggja,
at mentunarvøksturin blómar og grør,
í margbroyttum felag vit best verða før,
meira albúgvin heimin at byggja.

4. Væl fagnaðir verið nú frændur og ætt!
Úr Finnlandi, Íslandi, Noreg,
úr Danimørk, Svøríki – víða er frætt,
har dyggast er verjan um lóg og um rætt
og um frælsi í verki og orði.

5. Vit frøast við tykkum á hesari stund,
og ylheitt í barmi vit kenna,
at andarúm víðkast á heimlandsins grund,
tá saman sum systkin vit finnast á fund
her í Føroyum, vár samhug at menna.

FavoriteLoadingGoym tekstin