Vælkomin heim

Orð og lag: Anfinn Nielsen

Skiparin glaður á mannskapið kallar
sigur tey orð, ið júst gleðir teir allar
tey orð, ið hvør sjómaður ynskir at fá
frá tí teir leggja av landi frá.

Tað kennist, sum um man vaknar úr dvala
og burtur við eitt er nú øll líkasæla
so líðandi gongur tað upp fyri teim
at skiparin segði, nú sigla vit heim.

Frá tí teir út eftir vágini sigldu
tann tankin, hann hevur alt uppi teim hildið,
at aftaná myrkur, tá hómast eitt ljós
tá aftur mót landi tað skal setast kós.

Nei, ei nýtist meira man longur at droyma
tí skjótt skal man aftur tey síggja har heima.
Ja, sterk er tann kensla, væl knýtt er tað band
ið sjómaður hevur, við sítt Føroya land.

Spenningurin økist meira og meira
man murran og sang um alt skipið kann hoyra
tær stoltu oyggjar nú stinga uppfrá
tað vakrasta landið ið man kann at sjá.

Radiorúmið er fylt upp á tremur
tá kvøøðuljómin til sjómannin kemur
hvør einasti maður man gleðast umborð
tá heilsan hon kemur og ber hesi orð.

Vælkomin heim, til faðir og móður
til konu og børn, og systur og bróður
til ommu og abba, ella gentu so kær
ið leingist og bíðar so spent eftir tær.

Vælkomin heim, tú okkara skattur
vit gleðast jú øll, um at síggja teg aftur
at taka teg í okkar eyðmjúka favn
tá skipið er komið trygt aftur í havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin