Vælkomin øll tit – so veitsluklødd

Vælkomin øll tit – so veitsluklødd,
vælkomin hvør ein genta – drongur.
Vælkomin myrkt, ljóst og gránað høvd,
vælkomin ljóða skal vár songur,
vælkomin hjólbeint eins og kálvakníggj,
vælkomin smá – og tey, sum høgt til skýggj,
gamalt sum ungt,
lætt eins og tungt,
lat okkum her í kvøld nú dansa.

Vælkomin øll tit – sum sita her,
lat lagið verða av tí besta.
Her eingin nevndur – og gloymdur er,
lat okkum her í kvøld nú festa.
Ein góðan bita okkum fáa fyrst,
og sløkkja tostan, um vit eru tyst,
ljóða skal her,
vælkomin ver,
og veitslu góða vit fáa.

FavoriteLoadingGoym tekstin