Vælkomin summartíðin

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Svensk fólkavísa

1. Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá, blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrknað tað upp nældi
á vársins lýggju stund.

2. Nú fríðkast væl á bøi!
Úr Harrans mildu hond
alt livandi fær føði
av fjalli ytst á strond.
Hoyr, títlingarnir glaðir
blítt yvir land og hav
nú syngja takkarkvæði
til hans, sum lív teim gav.

3. So vakurt havið logar,
har sólin stendur á;
og hvar várt eyga skoðar,
Guðs góðska er at sjá.
Ver, Harri, tú várt gaman
ta stund, vit vála her,
tá sæl vit koma saman,
har altíð summar er.

4. Ja, Guð, tín miskunn blíða
væl fevnir alla fold,
so lat vár’ lovsong stíga
til himmals upp frá mold;
og lat oss tolin streva,
Guð lættir vára sorg,
hann gleði vil oss geva
í síni himlaborg.

FavoriteLoadingGoym tekstin