Vælkomin veri her í dag

Orð: Petur William Háberg
Lag: Philipp Nicolai

1. Vælkomin veri her í dag!
Vit skulu nú á hesum stað
ein merkisdag nú halda.
Av hjartans grund várt ynski er,
at friður Guds skal ráða her
og vári veitslu valda.
Tá skal
lívsæl
stundin verða,
gleði bera
teimum kæru
hjúnum, sum vit vísa æru!

2. Í felag hesi mongu ár
tey livdu gjøgnum smíl og tár,
sum lívið øllum bjóðar;
tann trúgvin, sum tey uppi bar,
hon álit teim og mongum var
– tí tøkk frá okkum ljóðar.
Varði
parið
Harrans megi
á tí vegi,
enn tað eigur,
navni Guds til dýrd og heiður!

FavoriteLoadingGoym tekstin