Vælkomnir føroyingar her í vási

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Kom venner, lad os betragte)

1. Vælkomnir føroyingar, her í vási,
eg meini, vit eru mergjaðir enn,
um mong ein hurð enn stendur í lási,
vit roynast enn tó menskir menn:
:,: Av látri ikki útskolaðir,
enn eru vit ikki volaðir :,:

2. Enn eru knotur í føroyskum kongum,
tað kennist vit hvørt lógvatak,
enn eiga vit sess á summum rongum,
enn stíga vit fram um hurðarbak,
:,: enn torga broddi vit ímót´,
enn livir gamalt føroyskt grót :,:

3. Um gamal runnur á Føroya vølli
enn slitið hevur í túsund ár,
og illa trevsaður er av elli
og ber so stór og greflig sár,
:,: so er tó haldgóð enn hvør spong,
enn fara vit ikki undir kong :,:

4. Kom sessist tí við gleim og gaman
um vertskapsborð á hesi ferð!
Til skemtunar enn vit hittast saman,
sum gamal landasiður er;
:,: væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott :,:

5. Og tá til hallar heim vit venda,
hvør heldur leið at síni vrá,
og henda veitsla er komin at enda,
lat gamlar sinar roynast svá:
:,: at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin