Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum

Orð: Sigurd Berghamar (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
Lag: Ókent týskt tónaskald úr 17. øld

1. Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum,
saman við hjúnunum vígdu – at fegnast við teimum,
sum her í dag
góvu hvørt øðrum sítt „ja“,
játtað av kenslum so reinum.

2. Vit teimum ynskja av hjarta á hátíðardegi
lukku og eydnu og signing á framtíðarvegi,
eigi í lund
tey Harrans frið hvørja stund.
Hann veitir sannastu gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin