Vætturin

Orð: Regin D. Patursson
Lag: Enskt fólkalag

Eg heingi mær hosuna upp aftur í ár og so
leggi eg meg í songina at bíða,
nú síggja eg má, hvaðan hon kemur frá,
vætturin blíða.
Eg vil teimum takka, sum geva mær pakka,
og soleiðis eigur tað at vera.
Tó enn er hon altíð komin so seint,
at har er onki at gera.

Eg veit, tá tað er bølamyrkt,
tá kemur hon oman;
men hví kann hon aldri koma,
áðrenn eg eri sovnað?

Í morgun ein dukka lá í míni hosu og
ein myrkabrún sukurláta,
og tað man so alt verða koyrt í so seint,
at eg ikki sá tað;
men nú skal eg hitta tann vætturin, ja,
um eg als ikki aftur skal blunda.
Eg snorki og royni at látast sum um
og lumpi hana útundan.

Og kemur hon fram við posa og spann
eftir gólvinum vøkur og varin,
eg takki so varliga, sum eg nú kann,
áðrenn hon er farin.
Eg mussi hana á snýðið og leggi meg aftur
og bíði til næsta morgun.
„Vælsignaða vættur, kom aftur til mín
við nógvum pakkum!“

Men kanska tá ið hon skilur,
at eg als ikki sovi,
hon kvøkkur og fer aftur út
ígjøgnum lyklarholið.

FavoriteLoadingGoym tekstin