Vágsbygd

Orð og lag: Napoleon Mortensen
Viðmerking: Yrktur og lagsettur til eina kvøldsetu hjá Vágs Sjónleikarfelag í 1960.

1. Vágsbygd, mín heimbygd,
so prúð her liggur tú!
Gjógvaráfjallið, stint her stendur tú.
Stóráir renna her,
fjørðurin vakur er
Vágseiðið okkum heiður ber.

Niðurlag: Vágsbygd, mín heimbygd,
teg elski nú eg,
her vil eg hava mítt ból,
til flagið til seinast
teir leggja á meg
og slóknað er lívgandi sól.

2. Her búgva garpar, sum sigla út á hav,
koma heim við fongi, tá sólin fer í kav.
Ofta var leiðin sein,
hava verið uttan stein,
koma í øllum góðum heim.

3. Her búgva kvinnur, ið vakrar eru at sjá,
taka mangt takið, tá arbeiðið er at fá.
Er tó altíð glað í sinn,
tá ið hon aftur kemur inn.
Kann henda við hvørt eitt sindur svinn.

4. Lít rundan um teg ein vakran summardag,
tá sólin hon skínur á fjall og skúlalag.
Vatnið so púra stilt,
Rávan er heilt forgylt,
sólin hevur Hvannadalin fylt.

5. Far vestur á Eiðið ein harðan vetrardag,
tá stormurin ýlur eitt trølsligt tónalag.
Íðan er brot í brot, brimið sum byrsuskot.
Fer gjøgnum váta knarvakot.

6. Gakk tær eitt stilt kvøld út um bygdarmark,
lít so á el-ljósið, sum skínur har so bjart;
vøkur ein sjón tað er,
vakrast í hesu verð,
prýðilig bygdin øll nú er.

7. Legg teg at sova og droym teg burt í verð,
vakrast av øllum heimbygd mín tó er.
Vakrast er fyri meg,
Vágsbygd, eg elski teg,
annað má fara burt sín veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin