Vak meg ikki

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Farnar røddir, horvin ljóð
vitja meg í nátt
gloymdar myndir sníkja seg
inn um mína gátt
vak meg ikki, verð varin nú
bíða eitt lítið bil
farnar røddir, horvin ljóð
vitja meg í nátt

Skuggagestir, skuggabørn
dansa fyri mær
men í mínum dreymum eg
dansi bert við tær
vak meg ikki, verð varin nú
bíða eitt lítið bil
skuggagestir, skuggabørn
dansa fyri mær

FavoriteLoadingGoym tekstin