Vakna rópar vaktarmaður

Orð: Ph. Nicolai
Týtt: G. Bruun

1. «Vakna,» rópar vaktarmaður,
«Statt upp, í eystri rísur dagur,
Guðs staður, Sion, vakna brátt;
Myrkur inni byrgt teg hevur,
men Harrans tími slær; hvør svevur,
tá dýrdarmagnið týnir nátt?
Sí, Harrin kemur nær,
statt upp hans brúður kær,
ljós lat brenna;
nú fegnast lund
á Harrans fund,
nú heim hann førir væl sítt sprund.»

2. Røddina Guðs kirkja nemur,
við gleði Harrans boð hon fremur
úr svøvni fer hon vakin fram.
Harrin kemur stórur, fríður,
við sannleika og náði blíður,
nú morgunstjørnan føgur rann.
Mín kongur, Harri Krist,
Guðs sonur! Gev mær vist.
Hosianna!
Tær fylgi eg
á himna veg,
hvar friður tín ger sælan meg!

3. Lovsongur við hørpuljóðum
frá eingla mongd og manna tjóðum
um allar ævir berast skal,
har sum ljós um hástól ljómar,
og lívsins træ av nýggjum blómar,
ið føðir halgra mikla tal.
Hvat einki eyga sá,
og tankar aldri ná’,
har vit skoða;
nú fold farvæl,
eg liva skal,
har lívsins kelda rennur sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin