Vakrar fruktir veittra, smíla

Victor Danielsen
Orð: E. Adams
Lag: John Miller Evans
Týtt: Victor Danielsen

1. Vakrar fruktir veittra, smíla
á tí ljósu, grønu strond,
har við Jesu hjarta hvíla
skal vár loysta, sæla ond.

Niðurlag:
Stormar, sker ei hótta har,
tá várt eyga heimið sær,
tá vit ankra í Guds havn,
finna hvíld í Jesu favn.

2. Framá! Skjótt á mál vit vinna,
glaður fram til landið stýr!
Harrans orð og Andi minna
á hin stað, har Jesus býr.

3. Eingin óndur Satans pílur
okkum longur rakar tá;
sálin ævigt gleðist, hvílir,
tá vit Harrans ásjón sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin