So vakrar moyggjar (parodi)

So vakrar moyggjar, men ongar menn,
ið kunnu teirra gerning gera,
væl finnast kanst tú Føroyum enn,
tí her er gaman at vera
Hvørt vetrarkvøld í dansi samlast øll,
at hoyra poppin, kvinini so snjøll,
stuttligt er har, sæst manst lær.
og slíkt er frøi um at halda.

At dansa mjúkt tað so stuttlig er,
ei líkist tí at halda snøri,
og tá so dansurin úti er,
vit ganga túrar í fjøru.
Men tá marinarin hann fer í song,
hann ikki stýrir afturi í rong,
hann fer í song, »Veðrur« -so-long!
og letur sjómark verða sjómark.

Í øðrum londum er annað skil,
man eisini teir hava sjómark,
at verja tað, tað ber betri til,
og allarbest tað gongst í Danmark.
Tí har er eingin fiskur, bara svín,
og Ongland keypir bacon, egg og grýn.
Riklingur ei, als ongan seið,
jú, tað er munur á monnum.

Og summir tosa um vána skil,
ja, onkur kallar tað eitt drama,
ímeðan koyra tey ungu bil,
og hoyra hvørt eitt popporama,
og flestu siga alt tað sama ger,
tá farið verður upp úr hesi verð,
alt burtur fer, eftir tá er
bert poppur, okkar’Dali Lama.

FavoriteLoadingGoym tekstin