Valdið er í Jesu hondum

Orð og lag: Per-Olof Karlsson
Týtt: Ókend/ur

1. Valdið er í Jesu hondum,
alt er honum undirlagt.
Deyðans vald er brotið –
Satan yvirvunnin,
Jesus hevur sigrað, vunnið alt.

Niðurlag: :,: Jesus hevur vald,
hevur alt vald,
hann hevur sigrað
har á Golgata. :,:

2. Óttast ikki, Harrans vinur,
Andi Harrans býr í tær.
Eldur hans skal brenna,
tú skalt yvirvinna,
deyðans portur forða ikki tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin