Vallari (allan veg)

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariassen

Ljósið skjótt brunnið,
nú náttin er nær.
Vallarin villist av leið.

Stetlandi skuggi
í skýmingini.
Skimast, men sjónin er veik.

Og hann leitar sær ból
– mót storminum skjól,
í helli, nú sortnað er sól.

Í nívandi niðu
á neyðarnátt,
– tú saknar tín kong og tín drott.

Vallarin vaknar
og hyggur útum,
– farin er náttin so vond.

Og eygu hans skoða
ta skínandi borg:
Takk, at meg leiddi tín hond.

Tú meg førdi á nátt
heilt til heimstaðar gátt.
Títt andlit eg síggja skal brátt.

Og hóast so eina
eg kendi meg,
tú leiddi meg allan veg.

Allan veg,
vallari,
tú gekk gjøgnum skugganna dal.
Hann kallar teg.
vallari.
far inn í ugganarsal.

FavoriteLoadingGoym tekstin