Vallari, sjá himin fjara

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur okkurt um 1963.

Vallari, sjá himin fjara
og tann stóra einglaskara,
síðsta slag skjótt klokkan slær,
ævig hvíldin bíðar tær.

Brátt kann longsul lokin verða,
brátt kann Jesus heim teg bera;
nevnir tá títt nýggja navn,
blítt hann tekur teg í favn.

Orð hans veitir stundir sælar.
“Skjótt eg komi!” so hann talar.
Bert eitt lítið bil, halt á!
Lýð á Gud, og himin ná.

“Sí, eg komi skjótt!”, so ljóðar
Jesu rødd til sálir móðar.
Hevjum føgur fagnarljóð –
fyri framman framtíð góð!