Vallarin

Orð: Thomas Mich. Smith
Lag: Vísulag

Nú kalla aftur tær gomlu gøtur,
og klássurnar eru bøttar væl.
Eg havi stolið mær nakrar røtur
úr rótakáli við Norðadal.
Úr Akrabergi við kós til býggjar,
eg hugsi ikki um svongd og neyð.
Eg brýni knívar og hvessi líggja,
eg brýni hita og dagligt breyð.

Hvar er mín ungdómur – spyr meg ikki –
hann var so lættur og eg var stak.
Eg svav so søtan í onkrum fjósi,
eg reiddi vakrastu gendu lak.
Við henni var tað so søtt at fríggja,
seg vársins angi um hana smeyg.
Eg brýni knívar og hvessi líggja,
eg brýni hita og dagligt breyð.

Eg var jú hildin at vera løgin,
átti ei bindandi – onki kall.
Eg var bert vallari – uttan støði,
og bóndin stongdi sín fulla hjall.
Hann var so sjálvglaður – tú skalt síggja,
at hann – nei hann líðir onga neyð.
Eg brýni knívar og hvessi líggja,
eg brýni hita og dagligt breyð.

Tá átti hvør maður sær ein lítlan,
var nóg so herskin, men hvat ger tað.
Tí fram við ánni, var gras og tutlan,
sum setti dám á hvørt handaslag.
O – drykkjubrøður, sum fólk flest skýggja,
tit drukku burtur alt vit og skil.
Men eg bert brýndi og hvesti líggja –
og fríggjadag stundar halgan til.

Ímillum tykkum, sum betur duga,
eg eri bara eitt gamalt spott,
men eg kann sveima í mínum huga,
og finna frið í tí ljósu nátt.
Tit eru fleiri við skaldagávum,
eg millum tykkara fall í fátt.
Men eg kann brýna í frið og náðum,
og eri takksamur fyri smátt.

Hvar eru tit – allir, sum eg kendi,
hvør hyldlig genta, hvørt gamalt sjagg.
Teir flestu niðri á sundhólm lendu,
og nakrir kvaldust í fløskuskvagg.
Men sjálvur eri eg enn so frægur,
um hár er hvítnað og nøsin reyð,
at eg kann syngja og vera glaður,
eg brýni hita og dagligt breyð.

Enn liggja gøturnar har og dúra
við morgunkulda og kvøldardøgg.
Eg hvørvisteininum enn kann snúðra,
og nøsin rodnar við hvønn ein løgg.
Úr Akrabergi við kós til býggjar,
og hugsi ikki um svongd og neyð.
Eg brýni knívar og hvessi líggja,
eg brýni hita og dagligt breyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin