Vandaleys er eingin løta

Orð: Lina Sandell
Lag: Ókend/ur
Týtt: Símun Absalonsen
Upprunaheiti: Aldrig är jag utan fara

1. Vandaleys er eingin løta,
trygg tó kennist lívsins gøta.
Altíð hóttir neyð – men tó,
Frelsarin við lið mær stóð.

2. Aldri loyst frá syndastríði,
Gud er troyst mín, tá eg líði,
stútt er stríð við mína lið,
aldri sakni eg Guds frið.

3. Mangan trongd og ræðslutikin,
aldri tó av Gudi svikin.
Mangan uttan kraft og ráð,
aldri uttan hjálp og náð.

4. Ei eg Faðirs sinn kann skilja,
hann meg sær við góðum vilja.
Altíð finnast brek við mær,
sæla einans er í tær.

5. Sorg og gleði ferðast saman –
stundum tregi, stundum gaman.
Søtt og beiskt er lutað mál,
drekka má eg lívsins skál.

6. Tá ið tár á kinn mær renna,
Jesus, lat meg troyst tá kenna.
Gleðin, hóast synd og deyð,
vigar meir enn sorg og neyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin