Vár dýrabara móðurjørð

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í juni 2009.

Vár dýrabara móðurjørð
hon føði til oss hevur
av øllum tí, á henni grør,
og alt, sum havið gevur.
Tí ræður um at røkja væl
alt tað, til láns vit fingu,
so tað um okkum sigast skal,
at væl um tað vit gingu.

Vár móðurjørð, lov veri tær!
sum lívið í oss eigur;
at hvørt eitt kykt her føðslu fær,
tað er tín mikli heiður.
Lær okkum, Gud, at sýna hógv
og nøgdsemi í heimi,
ei dálka luft og land og sjógv:
tað væl í huga goymið!

Ei nakað lív á foldum er,
um dálkað varð vár føði,
tá eingin mat at munni ber,
og gagnleys er vár møði.
Tí ræður um hjá tær og mær
Guds skaparverk at varða,
at sjálvsøkni ei valdið fær,
men at vit verk hans æra.