Vár faðir, hoyr, eg biði teg

Orð: Simon Michael Zachariasen

1. Vár faðir, hoyr, eg biði teg,
at tú í dag vilt føra meg
og leiðina mær beina;
í tíni hond alt valdið er,
tín máttur stýrir øllum her,
tú ræður øllum eina,
faðir, leið meg,
barn títt kæra,
lat meg læra
tær at takka,
hvar eg so á fold skal fjakka.

2. O, faðir góði, signing gev,
tí annars batar ei mítt strev,
eg ongan frama fái.
Um dagsverk mítt skal eydnast mær,
eg studning fáa má frá tær,
tú mást mær geva náði
til at virka
tær til æru,
hvar eg fari;
bøn mín leita
skal til tín um hjálp at veita.

3. Um eg í Jesus Kristi navn
nú byrji dagin, tá til gagn
mær dagsins verk skal vera;
ja, tína hjálp eg líti á,
eg tína megi kenna má,
ið hvat eg so skal gera.
Lat meg fróan
til tín skunda,
lat meg stunda
tær til handa,
bjarga mær úr øllum vanda.

FavoriteLoadingGoym tekstin