Vár Faðir, vit tilbiðja

Lag: Samuel S. Wesley
Týtt: Jákup Olsen

1. Vár Faðir, vit tilbiðja
í Jesu navni her!
Tí hann, hvat enn umskiftist,
hin sami altíð er;
við honum prís várt verður
líkt roykilsi í dag,
og andans songi fattast
ei vakurt tónalag.

2. Tín kærleiki, hann kyndi
ein eld, sum sløkkist ei;
um ivi, synd hann dimdi,
tó aftur upp hann steig:
Lat meiri klárt hann brenna
við styrki, reinsandi,
og okkum vís ta náði,
sum okkum veitti teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin