Vár Frelsari og Harri

Orð: Líggjas á Váli
Lag: Adoniram J. Gordon

1. Vár Frelsari og Harri,
hann frelsir enn í dag,
tær býður sína náði
í dag – við sama lag,
mín vinur, tonk Guds náði frí,
hon varir ikki alla tíð.

Niðurlag:
Náðin ríka, fría
flýtur út so víða,
sælur hvør, sum hesa náði fann,
hann av hjarta Gudi takka kann.

2. Guds Sonur hekk í stríðnum,
Guds vreiði rámti hann,
vár syndaskuld hann tyngdi,
hann deyðan yvirvann.
Hví ivast tú mín vinur enn,
kom nú og hesa frelsu kenn.

3. Enn flýtur henda náði
út í hvønn myrkan krók,
og sælur hvør tann er, sum
ímóti henni tók.
Ja, tak við hesi náði nú,
og lukkuligur verður tú.

FavoriteLoadingGoym tekstin