Vár Guð er verjan og verndin góð

Christian Barnekow
Orð: Johannes Andreas Næs
Lag: Christian Barnekow

1. Vár Guð er verjan og verndin góð,
í trongdum hann aldri svíkur,
hann møddum veitir ta ævigu ró,
er syndarum náðiríkur.

2. Um havið brúsar, um fjallið gleið,
vár Harri, vár Guð og faðir,
í tínum fylgi vit óttast ei,
tú borg vár ert allar staðir.

3. Um sorg og saknur oss tyngja her,
um syndin oss knúgvar niður,
við syni tínum tú ugga ber,
hann vann okkum øllum sigur.

4. Um lívsins fjørð og um deyðans grind
tú styrki vár ert á foldum,
at liva av lívsins ævigu lind
tú reisir oss aftur úr moldum.

5. Hjá tær er trygdin og sælan góð,
har ongantíð aftnar dagur,
har lívsins ljós og lívsins ró
um aldur og ævir ræður.

FavoriteLoadingGoym tekstin