Vár Gud hevur sagt, og hann halda tað vil

Victor Danielsen
Orð: Salathial Cleaver Kirk
Lag: Herbert J. Lacey
Týtt: Victor Danielsen

1. Vár Gud hevur sagt, og hann halda tað vil:
Er myrkur og tungur tín dagur,
eg eri ein borg, sum tú flýggja kanst til –
hann lyftini heldur í ævir.

Niðurlag:
Í ævir, í ævir! Nei, ei bert í dag,
hann lyftini heldur í ævir!
So langt, sum tú trýrt, tú síggja skalt tað,
hann lyftini heldur í ævir.

2. Hin leitandi finnur, hin biðjandi fær,
hin syrgjandi skal gerast glaður;
ei nakar, sum søkti hann, burt koyrdur varð –
hann lyftini heldur í ævir.

3. Tó ofta mítt verk tykist nyttuleyst stríð,
eg veit tó, at Faðir mín ræður;
hann sólskin vil geva í sínari tíð –
hann lyftini heldur í ævir.

4. Víst syrgir mín sál, tá meg sjálvan hon sær,
men aldri skal koma tann dagur,
tá rørið hitt løstaða sundur hann slær –
hann lyftini heldur í ævir.

5. Víst kunnu tey slitna, tey eymastu bond,
men har uppi stendur ein staður,
har aldri skal syrgja mín frígjørda ond –
hann lyftini heldur í ævir.

FavoriteLoadingGoym tekstin