Vár Guð, sum býr í himli háum

Orð: Marius Johannesen
Lag: O, um eg hevði túsund

1. Vár Guð, sum býr í himli háum,
sum stýrir sól og stjørnufjøld,
sum góður, vísur, er í ráðum,
hin sami Guð frá øld til øld,
vit takka og lovprísa tær,
hoyr vára bøn, ver okkum nær.

2. Lat eygu tíni opin vera
og hvíla hesum húsi á,
lær okkum vilja tín at gera
og lat várt arbeið eydnu fá.
Vár Guð, ver vernd og skjøldur vár
frá vøggu og til ellis ár.

FavoriteLoadingGoym tekstin