Vár Guð, tær veri hægsta rós

Elias BlixMikkjal á Ryggi
Orð: Elias Blix
Lag: Klug / Vár Guð er føst og haldgóð borg
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Vár Guð, tær veri hægsta rós
og takkir uttan enda,
at tú títt sanna lívsins ljós
til okkum vildi senda;
í myrkri landið lá,
tú mildur førdi tá
títt halga frelsuorð
til okkum higar norð.
O, lat tað væl her trivnast!

2. Vit fylkjast um títt merki enn,
vár sterki himlakongur.
«Fram kristmenn, krossmenn, kongsins menn!»
enn ljóða skal vár songur.
Vár orkulítla tjóð
so títt í vanda stóð,
enn tó á tyngstu leið
hon trúnni slepti ei,
tí sigursæl hon stendur.

3. Enn lýsir yvir landið vítt
Guðs himmalljósið blíða,
enn bøn og takkarsongur frítt
til faðir vár’ upp stíga,
enn fylkjast vit á fund
á vígdu kirkjugrund,
enn elska vit títt orð,
tín dóp, títt altarborð.
Guð, lat so við tað vara!

4. Algóði faðir, varðveit tú
so fólkið her í Føroyum,
at kristin kærleiki og trú
her mennast kann í hvørjum.
Tá vantrúgv herjar á,
statt sjálvur okkum hjá
og halga okkum so,
vit lýða tíni boð
og heim til himmals vinna.

FavoriteLoadingGoym tekstin