Vár Harri kallar, til stríð vit vakna

Orð: Henry Olausson
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í desember 2000.

1. Vár Harri kallar, til stríð vit vakna,
Hann kallar fólk sítt til heilagt stríð!
Tað geldur lívið, tí biðja, fasta
vit mugu, tí skjótt ei meir er tíð.

Niðurlag: Vekingin er her, vekingin er her,
Himnalogin fellur, Guðs Andi nær nú er.
Føroya land skal skakast, ja, skakast av Guðs kraft,
á, æra, halleluja, vekingin er her!

2. Guðs Orð í kraft aftur verður boðað,
og Jesus bankar á hjartans dyr.
Nú glinta vápn og nú hvest tey verða
í kristna lið’num sum aldri fyrr.

3. Við tungutalu og profetium
nú Harrin vekur hvørt svøvntungt sinn.
Við Andans gávum og kraftargerðum
Guðs Fólk til stríð standa skrýdd og stinn!

FavoriteLoadingGoym tekstin