Vár Harri, tú, sum einaferð eitt brúdleyp signaði

Orð: John Berridge
Lag 1: William Henry Havergal
Lag 2: Jens Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Vár Harri, tú, sum einaferð
eitt brúdleyp signaði,
ver sjálvur tú til staðar her,
gev frið, vit biðja teg!

2. Við náði brúður, brúðgóm prýð,
lat náði lýsa teim,
at friður hvørja stund og tíð
má fylla hetta heim!

3. Og signing ríka lat tey fá,
hygg á tey, Harri, milt,
at tey og alt, tey eiga, má
av lukku verða fylgt!

4. Við reinum kærleika tey fyll
og Kristi sinnalag,
at byrðar hvørt hjá øðrum still
tey bera dag um dag!

5. Við hopi, vend mót Himlinum,
tey ferðast lat við tær,
inntil tú sæst í skýggjunum,
og øll vit savnast har!

FavoriteLoadingGoym tekstin