Vár hvítusunnuhátíð nær

Orð: Kingo
Týtt: Jóannes Patursson

1. Vár hvítusunnuhátíð nær
nú komin er; tí biðjum vær
teg, Andin Halgi: Hjá oss bú,
og himna gávur gevi tú.

2. O, vísdómsandi, vitni ber,
at vernd og lív mítt Jesus er,
og at eg fyri hjálp, hann vann,
um ævir hjálpin verða kann.

3. Kom, sannleiks andi, leið tú meg
mítt æviskeið á sannleiks veg,
so aldri eg av trúargrund
meg flyti fetið nakra stund.

4. Um eg í syndum sovni dátt,
av svøvni tá tú vek meg brátt;
tín náðarhond hon nemi meg,
so eg at himni finni veg.

5. Eg uttan teg ei kenna kann
mín Guð og kæra frelsarmann,
lat náðarljós títt, Harri, tí
seg treingja djúpt mítt hjarta í.

6. Í krossi, ekka, trongd og neyð,
í vanda, freisting, stríð og deyð
tú givin ert til gleði mær,
tín náði, hon mítt festi er.

7. Tó her við kross’ á herðum eg
má ferðast á illgongdum veg,
so fyri leiðarljósið títt
eg vinni fram til heimland mítt.

8. O, Halgi Andi, veit mær styrk,
tá leið mín gerst mær tung og myrk,
meg vermi náðarvarmi tín,
tú geri blíðan deyða mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin