Vár Jesus upp er staðin

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. Vár Jesus upp er staðin,
hann deyðan yvirvann;
tí gleðist henda dagin
hvør sál, sum gleðast kann.
Vær syngjum hátt hans prís.
Í fagra himmiríki
eitt lív í einglalíki
– og sæla er oss vís.

2. Vár Jesus upp er staðin,
vár syndaskuld avloyst;
tá grøddist forni skaðin,
vit fingu bestu troyst;
vit kunnu frelst og frí
og fegin Guði tæna,
tí deyðin fekk sín bana,
o, sæla páskatíð.

3. Vár Jesus upp er staðin;
so ver nú heil og treyst,
tú sál, so sjúk og smæðin,
nú bjóðast bøtur best.
Ígjøgnum stríð og sorg
vár gleði við skal vara,
til vit til himmals fara
at búgva í Guðs borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin