Vár krossur stendur fast

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Vár krossur stendur fast,
halleluja, halleluja!
av trúareyga sæst,
halleluja, halleluja!
Fíggindan lat herja á,
heimin vísa alt sítt háð –
krossinum vit standa hjá,
halleluja, krossurin!

Niðurlag:
Halleluja, halleluja,
halleluja, krossurin!
Halleluja, halleluja,
hann skal vinna sigurin!

2. Hin sama krossin tú –
halleluja, halleluja!
við gleði kenst við nú –
halleluja, halleluja!
Gud náði vísti har,
tá Jesus krossin bar,
og offurlambið varð –
halleluja, krossurin!

3. Vár synd har strikað varð –
halleluja, halleluja! –
tá Jesus hana bar,
halleluja, halleluja!
Áh, syngið tá um hann,
sum á krossi sigur vann!
Kongur konga eitur hann –
halleluja, krossurin!

FavoriteLoadingGoym tekstin