Eg var mær og vitjaði bróður

Orð og lag: Símun av Skarði
Viðmerking: Yrktur til fólkafund á Klakki 2. hvítusunnudag í 1905.

1. Eg var mær og vitjaði bróður,
sum er størri og eldri enn eg;
mangan hevur hann verið mær góður,
mangan víst mær á beinasta veg.
Greiddi eg honum frá,
hvussu vónloysi lá
yvir mær og so mínum landi við.

2. Eg við sorg honum sannleikan segði,
at her kuldin skjótt drap hvørja vón.
At tann kavi, sum veturin legði,
ikki tána vil burtur av lón,
at her stird er hvør sál,
sum hon úr heljar skál
hevði drukkið havt deyðadrykkin sín.

3. Bróðir mín leit seg um, og hann bendi
á tað land, sum hann nú hevur bygt!
Sólin logandi ljósgeislar sendi,
kveikti lív í hvørt sovandi kykt:
og har sungu tey øll
– fólk í smáttu og høll –
sungu eldhugavónir út um land.

4. Og hann mælti tey orð á tí sinni
– tey í sál míni enn ljóða hvøll -:
Kæri bróðir mín, legg tær í minni,
at vit sjálv eiga lívsneistar øll,
at tað verður eitt bál,
um at hvør mannasál
leggur sín neista til hin sama eld.

FavoriteLoadingGoym tekstin