Vár máltíð er at enda

Orð: Ókendur
Lag 1: Gamalt føroyskt sálmalag
Lag 2: Verðsligt lag úr 16. øld
Lag 3: Joachim Magdeburg
Týtt: Jóannes Patursson

1. Vár máltíð er at enda,
og borðum berst nú av;
at Tær vit okkum venda,
sum alt tað góða gav;
vit níga Tær til fót
og bera Tær á munni
av insta hjartans grunni
lov, takk og prís ímót.

2. O, minst á hvønn, sum biður
teg, Gud, um dagligt breyð,
send miskunn tína niður
og mildna hvørs mans neyð;
o Gud, statt øllum hjá,
so øll við einum munni
títt navn vælsigna kunnu,
ja, lat tað vera svá!

3. For hjúnunum vit biðja:
tú signi teirra breyð,
tú teirra lívsverk styðja
í vælferð og í neyð!
Tín miskunn fylgi teim,
tú sjálvur vilt tey leiða,
tú dugna tað, tey eiga,
tú fjálgi teirra heim!

FavoriteLoadingGoym tekstin