Var tað fyri meg, bert fyri meg

Victor Danielsen
Orð: John M. Whyte
Lag 1: John M. Whyte
Lag 2: Arthur Henry Mann
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Was it for me?

1. Var tað fyri meg, bert fyri meg,
at Jesus gekk hin tunga veg
og sligin, tornakrýndur varð –
var tað fyri meg, hann krossin bar?

Niðurlag: Ja, fyri meg, alt fyri meg –
áh, stóri ríki kærleiki!
Eg lovsong syngja vil til tín,
tú doyði, Jesus, Kongur mín!

2. Var tað fyri meg, hitt boð so gott,
sum einglar bóru hina nátt:
Nú føddur er ein Frelsari –?
Takk Harri, ja, tað var fyri meg!

3. Var tað fyri meg, hann græt og bað,
var tað fyri meg, hann lá á knæ
ta nátt har í Getsemane –
tann kvøl? Ja, ja, tað var fyri meg!

4. Var tað fyri meg, hann boygdi seg
á krossinum? Ja, fyri meg
hin reyði streymur rann frá tær,
tað var fyri meg, tú doyði har!

FavoriteLoadingGoym tekstin