Vár við lýggjum vindi

Orð: Símun av Skarði
Lag: Jógvan Waagstein

1. Vár við lýggjum vindi
leingi vart tú burtur tú!
Vár við lýggjum vindi,
ver vælkomið nú!

2. Kavafonnin grætur
sára um sítt hvíta lín.
Kavafonnin grætur,
syngur deyðsálm sín.

3. Sól í líðum skínur,
kínir blómur, kyssir tær.
Sól í líðum skínur,
gyllir torp og garð.

4. Vár við summarsvónum,
signað ver tú, sæla stund!
Vár við summarsvónum
grøð tú sál og lund.

FavoriteLoadingGoym tekstin