Vár

Orð: Karsten Hoydal
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Hanus G. Johansen
Lag 3: Lars Ewertz
Viðmerking: Yrktur umleið 1940.

1. Vit hoyrdu várið kalla
og viltust bæði burtur,
úr bygd og manneygum
eitt lognarkvøld í mai
og gingu tætt tilsamans
ígjøgnum grønar dalir
og eftir brúnum høvdum
so langt so langt av leið.

2. So rúsandi ein rørsla
í øllum heimsins lutum
í luft og mold og vatni
og mannasálum rann,
tað var sum túsund nálir
við mjúkum silkibløðum
í okkar’ blóði spruttu
við villum vakstrarlag.

3. Á vegnum lomb og blómur
og brostin egg í reiðri
tað leikaði og livdi
á vølli og í mold.
Við ungum, spentum sonsum
vit numu vársins undur,
hvørt bragd av lívi boðan
um lukku og um ást.

4. Tú ikki meir enn átjan
von sum eitt fagurt landslag
so mjúkar likams-lægdir
og bróst so túgvurund,
títt hár sum gras í bjørgum
ið floymir út av torvu
og hold á hálsi tínum
av mold og vætu reyk

5. Og varrar mínar trýstar
ímóti hálsi tínum
tær kendu blóði spæla
títt heita hjartaslag,
tá gjørdist hendur mínar
sum leysar frá mær sjálvum
og leitaðu í blindum
at søtum loyndum fram.

6. So runnu sálir saman,
í bráðum leiki brustu
og róku út í rúmið
inniliga í eind
sum sirm og summarlýkka
og tungur blómuangi –
ein flóð úr teirri keldu
sum lívið streymar úr.

FavoriteLoadingGoym tekstin