At eg varð frelstur er ein gáta

Orð og lag: Karl Johan Wisløff
Týtt: Kajfinn Hammer

1. At eg varð frelstur er ein gáta,
tí eg í synd djúpt sokkin var;
men Jesus frelsti meg av náði,
frá synd og skomm eg loystur varð.

Niðurlag: Tað var av náði, ja, einans náði,
uppiborið ei tað var.
Tað var av náði, ja, einans náði,
at Jesus frelsu veitti mær.

2. Hann mínar syndir hevur strikað,
í sál mær givið djúpan frið.
Nú hjartað stillað, reinsað, nøktað
á náði Hans kann trúgva við.

3. Og syndi eg og snávi, falli
til Jesus tá eg vendi mær;
við krossins fót eg Hann ákalli,
tá hjartað fyrigeving fær.

4. Tá eg ein dag skal standa heima
og skoða Jesus sum Hann er;
tonk, Honum ævigt vera líkur,
Hann, sum meg frelsti, loysti her.

FavoriteLoadingGoym tekstin