Várið kemur

Orð: Jákup Dahl
Lag: Jógvan Waagstein

1. Várið kemur, hækkar sól,
fannir bráðna, grønkast ból,
loftið tynnist, skýggin’ ljósna,
himin blánar, bárur stilna,
mjúkir vindar sveima vítt.

2. Nýfødd jørðin gleðist kátt,
sigurslag hon kvøður hátt;
letur frítt við garðar, gøtur,
kykna, spretta grasarøtur,
fríðkast dalar, lund og líð.

3. Gríp nú ljós, hvør skýmlig vrá!
Kenn nú lív, hvørt angleyst strá!
Sprettið, vaksið jarðarblómur!
Eykist, nørist lívsins vónir!
Lundin kenni lyst og leik!

4. Fagnast himin, fagnast jørð!
Syng nú lov hvør mannavørr!
Lova lív’ við hørpuljómi,
miklum, fróum hjartans rómi!
Lova lívi, alt, sum er!

5. Syngið lívsins sigursljóð,
hvør ein tíð og hvør ein tjóð!
Lívið valdar øllum londum,
djúpum, fjøllum, dølum, strondum,
lofti háa, havi bláa!

FavoriteLoadingGoym tekstin